Barnaverndartænastan søkir nýggj starvsfólk
Sosialráðgevi og fakligur samskipari til Barnaverndartænastuna við Skálafjørðin
Starv sum sosialráðgevi
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum sosialráðgeva. Talan er um fast starv, fulla tíð, við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett 1. januar 2027 ella skjótast gjørligt.
Barnaverndartænastan við Skálafjørðin er eitt samstarv millum Nes, Sjóvar og Runavíkar kommunu, og vit halda til í hølum á Mýravegi 26 í Runavík.
Á Barnaverndartænastuni starvast, umframt leiðaran, fýra sosialráðgevar, ein lesandi, eitt skrivstovufólk og ein komandi fakligur samskipari.
Uppgávan hjá Barnaverndartænastuni er at tryggja børnum, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, neyðuga hjálp og umsorgan.
Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um barnavernd.
Arbeiðsuppgávur
• málsviðgerð, kanningar og samrøður við børn og vaksin
• fyrireika mál til viðgerð í Barnaverndarnevndini
• samskipa og samstarva tvørfakliga við aðrar myndugleikar
• vera við í vaktarskipan hjá Barnaverndartænastuni
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
• hava góð samskiftis- og samstarvsevni
• vilja samstarva og duga at síggja loysnir
• tola at arbeiða undir trýsti
• hava yvirlit og kunna arbeiða sjálvstøðugt
Førleikakrøv
• Útbúgving sum sosialráðgevi
• Neyðugt er at hava koyrikort
Starv sum fakligur samskipari
Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin søkir fakligan samskipara at byrja 1. januar 2027. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Talan er um nýtt starv í sambandi við umskipan av umsitingini hjá Barnaverndartænastuni.
Tú kemur, í tøttum samstarvi við leiðaran á Barnaverndartænastuni og starvsfólk á deildini, at taka tær av einum spennandi og fjøltáttaðum øki. Høvuðsuppgávurnar verða at stuðla, ráðgeva og á ymsan hátt hjálpa sosialráðgevunum við málsviðgerðini, at vera við til at einshátta málsviðgerðina og vera við til at framleiða tilfar og mannagongdir. Eisini fer fakligi samskiparin at hava ábyrgdina av ávísum økjum.
Arbeiðsuppgáva
• fakliga sparring
• virka fyri dygd í fyriskipanum
• SSP samskipari
• tryggja einstáttaða málsviðgerð
• luttaka á tvørfakligum fundum
• vera partur av vakttelefonini
• luttaka á ymiskum fundum saman við sosialráðgevunum
Vit ynskja okkum starvsfólk, sum
• er útbúgvin sosialráðgevi
• hevur drúgvar royndir sum sosialráðgevi innan barnavernd
• hevur góðan kunnleika til økið
• hevur áhuga og evnir at arbeiða við barna- og ungdómsfamiljum
• megnar at vera nágreiniligur og samstundis hava nógvar bóltar í luftini
• hevur gott yvirlit og dugir væl at orða seg
• er fleksibul
Vit bjóða tær:
• eitt gott arbeiðspláss og spennandi starv við nógvum avbjóðingum
• góðar starvsfelagar
• supervisión
Umsókn
Umsókn saman við prógvum og CV skal sendast umvegis starvslýsingina seinasta lagið 6. desember 2026.
Um ikki nóg nógvir umsøkjarar søkja størvini, tilskilar Barnaverndartænastan við Skálafjørðin sær rætt til at søkja av nýggjum.
Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eftir sáttmála millum Starvsfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur Barnaverndartænastan skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Katrin Dam, leiðara fyri Barnaverndartænastuna, á tlf. 237098.
Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um Barnaverndartænastuna sambært lóg um barnavernd. Í kommununum búgva á leið 7.000 fólk.
Deil