Bústaðir søkja fíggjarleiðara - ENDURLÝSING
Bústaðir eru Føroya størsta bústaðarfelag, og hava 558 leigumál í rakstri og 86 bústaðir í gerð. Málið hjá Bústøðum er at reka og viðlíkahalda leigumálini væl og skynsamt, til gagns fyri leigarar og føroyska samfelagið. Harumframt er ætlanin framhaldandi at økja talið av leigu- og lutaíbúðum í Føroyum komandi árini.
Sum fíggjarleiðari fert tú at mynda leiðsluna saman við stjóranum og hava ábyrgd av, at felagið verður rikið sunt og effektivt, og at ognirnar verða røktar skynsamt nú og í framtíðini. Bústaðir eru í eini spennandi broytingartíð við íverksetan av nýggjum KT-skipanum við umskipan og effektivisering av mannagongdum. Harumframt skulu fíggjarligu fyritreytirnar skipast fyri víðari menning av Bústøðum. Hetta krevur góða fíggjarstýring, umframt evni og vilja at finna loysnir á fíggjarøkinum í breiðari merking.
Fíggjarleiðarin hevur ábyrgd av, at:
- skipa, menna og leggja til rættis arbeiðið á Fíggjar- og umsitingardeildini í breiðari merking
- gera fíggjarætlanir og neyva uppfylging av hesum
- gera greiningar, rapporteringar v.m.
- røkja viðurskifti og hava samskifti við fíggingarstovnar, myndugleikar og grannskoðarar
- fyrireika tilfar til leiðslu og stýri
- aðrar uppgávur á Fíggjar- og umsitingardeildini
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur:
- hóskandi hægri útbúgving, sum t.d. cand.merc.aud, HD í roknskapi ella líknandi
- royndir sum fíggjarleiðari ella grannskoðari
- analytisk evni
- evni at skipa mannagongdir innan økið
- evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- góð samstarvsevni
- kunnleika um Business Central og áhuga fyri at betra og effktivisera fíggjarøkið
- góðan teldukunnleika til vanligu office forritini
- og, at tú ert broytingarsinnað/-ur
Løn og setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Afturat hesum fært tú eitt sjálvstøðugt og fjøltáttað starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum menningarmøguleikum.
Umsókn
Saman við lívsrensli, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum, skal umsókn sendast til [email protected] í seinasta lagi 20. mars, viðmerkt “Fíggjarleiðari til Bústaðir”.
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jógvan Ósá, stjóra, á telefon 79 03 88. Fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.
Les meira um Bústaðir á www.bustadir.fo