Goymsluleiðari søkist
Ert tú okkara nýggji Goymsluleiðari❓
Hygg her 👇
Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv hjá Føroya størsta møbla- og búnýtis handli.
Starvið:
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at leiða og skipa goymsluna. Tín uppgáva verður eisini áhaldandi at optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum gjørligt.
Høvuðsuppgávur:
* Leiða og skipa dagliga virksemið á goymsluni.
* Samskifta við kundar.
* Tryggja skrásetingar og handfaring av vørum.
* Áhaldandi optimera arbeiðsgongdir og goymsluskipanir.
* Leiða og motivera starvsfólkini á goymsluni.
Førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin ella hevur royndir sum goymslufólk.
Vit vænta, at tú ert:
* Skipaður, ágrýtin og álítandi.
* Dugir at arbeiða við teldu, og er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við Business Central skipanini.
* Leiðsluevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
* Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum og donskum.
* Trukk og lastbilakoyrikort er ein fyrimunur.
Starvstreytir:
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til [email protected] við evninum “goymsluleiðari”.
Starvið verður sett skjótast tilber.
Deil