Grannskoðari til Landsgrannskoðanina
Kundi tú hugsað tær at verðið partur av einum fakliga sterkum toymi, so er arbeiði sum grannskoðari á Landsgrannskoðanini júst nakað fyri teg.
Arbeiðið á Landsgrannskoðanini er sjálvstøðugt, áhugavert og fjølbroytt, og fevnir um at grannskoða inntøkur og útreiðslur landskassans.
Umsøkjari skal hava útbúgving innan grannskoðan, roknskap, KT e.l. og duga væl at skriva, serliga á føroyskum. Fyrimunur er at hava royndir innan almenna ella privata fyrisiting.
Lønar- og setanarviðurskifti verða ásett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.
Freistin at søkja er 15. november 2025, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dam, á tlf. 226301 ella teldupost [email protected]. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast við teldupsoti til: [email protected]
LANDSGRANNSKOÐANIN er óheftur stovnur undir Løgtinginum, sum grannskoðar almennar stovnar og skipanir.
Deil