business logo
Umsóknarfreist: 18. juni

Heilsuskúli Føroya søkir eftir lærarum, lívfrøðingi ella líknandi, til náttúrulæra D og C

Heilsuskúlin søkir eftir undirvísarum sum tímalærarar, frá 1. august 2026. Tað kann verða sami unsøkjari sum undirvísir bæði heilsuhjálparum og heilsurøktarum, um viðkomandi hevur førleika til tað.

Krøv til umsøkjarar
Viðkomandi útbúgving á bachelor støðið. Ynskiligt er at umsøkjari hevur góðar KT førleikar og dugir at undirvísa á Teams.

Um starvið
Starvið fevnir um:

  • Undirvísing sambært námsætlan, í lærugreinini náttúrulæru D, hjá heilsuhjálparum (áleið 110 tímar, í tveimum flokkum, frá august til januar 2027). Próvtøka er í januar 2027.
  • Undirvísing sambært námsætlan í Náttúrulæra C hjá heilsurøktarum (100 tímar frá august til mars 2027). Próvtøka er í mars 2027.
  • Vegleiðing til verkætlanarskriving
  • Próvtøkuhald

Undirvíst verður í Suðuroy, Tórshavn og á Teams. Staðseting av undirvísing kann í stóran mun tilrættaleggjast eftir, ynski hjá umsøkjara.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar
kunnu fáast við at venda sær til leiðslu skúlans á telefon 294200 ella við telduposti til [email protected]

Umsóknarfreistin er hósdagin 18. juni 2026 kl. 12.00.

Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya: [email protected], stílað til: Vivie Davidsen, stjóra.