business logo
Umsóknarfreist: 02. mai

Heilsuskúli Føroya søkir eftir undirvísarum

Okkum tørvar lærarar til:
Danskt C, tímalærara
Náttúrulæru C, tímalærara
Enskt C og B stig, fast starv á 0,8

Harumframt søkja vit tímalærara ella lærara til fast starv á brøkið 0,75 til yrkisfak, serliga innan likamlig sjúka og sjúkrarøkt. Viðkomandi skal hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.

Um starvið
Starvið fevnir m.a. um:
• Undirvísing
• Vegleiðing til verkætlanarskriving• Próvtøkuhald
• Luttaka á toymisfundum og felagsfundum
• Tvørgreinaligt samstarv við aðrar lærarar
• Evnisviku
• Lærarar í yrkisfakum, eru umframt eisini kontaktlærarar og flokssamskiparar á skift
• Yrkislærarar hava fasta arbeiðstíð á skúlanum.
• Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Lærarar skulu verða sinnaðir at taka námsfrøðiliga útbúgving, innan 2 ár, eftir at verða byrjaður í starvi.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen skúlastjóra á 294200 ella við telduposti á
[email protected].

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 2. mai kl. 12.
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya: [email protected], stílað til Vivie Davidsen, stjóra.

Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.