Kom og arbeið hjá ELDI við Norðskála!
Hevur tú hug at arbeiða við hondunum og samstudis vera ein partur av eini spennandi vinnu? Her hevur tú møguleikan! ELDI er ein stór fyritøka, ið arbeiðir við útgerð til alivinnuna kring allan heim. Vit eru uml. 30 starvsfólk við Norðskála og meira enn 500 tilsamans í fleiri londum
👀 Vit leita eftir tær!
Vit søkja eftir røskum og ágrýtnum starvsfólkum at byrja skjótast gjørligt á okkara deild við Norðskála.
🛠️ Hvat kemur tú at gera?
Tú verður partur av framleiðsluni og fert m.a. at arbeiða við:
- Neta- og spleysi arbeiði
- Viðlíkahald av útgerð til alivinnuna
- Umvæling av lúsaskjúrtum (við seymimaskinu)
👉 Tú lærir arbeiðið hjá okkum – tað er ikki neyðugt at kunna alt frammanundan!
✅ Vit vóna, at tú:
- hevur hug at læra og arbeiða sjálvstøðugt
- ert álítandi og møtir væl til arbeiðis
- arbeiðir skipað og tekur ábyrgd
🎯 Hvat fært tú?
- Góða upplæring – vit læra teg upp
- Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
- Gott arbeiðsumhvørvi við vinarligum starvsfeløgum
📩 Áhuga?
Hevur tú spurningar ella vilt hoyra meira?
Ring til Eddie Ennigarð á 📞 212026
Send umsókn til [email protected] sum skjótast. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt
Deil