business logo
Umsóknarfreist: 23. mai

Lærarastørv á Vinnuháskúlanum

Søkt verður eftir lærarum til maskinmeistaraútbúgvingina at byrja 1. august 2025 ella eftir nærri avtalu.

Lærararnir skulu kunna undirvísa í einari ella fleiri av hesum lærugreinum:

  • Maskintøkni
  • Automatión
  • Skipa-el

Vit leggja dent á at lærararnir:

  • duga væl at samstarva og samskifta
  • hava áhuga í at læra frá sær
  • hava ein jaligan hugburð mótvegis lesandi og starvsfeløgum
  • stremba eftir at fáa bestu úrslitini
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
  • hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, hava minst 2-ára starvsroyndir og hava staðið bachelorútbúgving frá hægri lærustovni, ella vera í holt við tilsvarandi útbúgving.

Hevur tú bachelor- ella kandidatútbúgving í einari ella fleiri lærugreinum, ert tú eisini skikkaður umsøkjari og kanst undirvísa í hesum lærugreinum.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fakfelagið Maritimir Lærarar. Arbeiðsstaðið er á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Eru spurningar um størvini, ert tú vælkomin at venda tær til Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu [email protected] ella á telefon 517220.

Umsókn saman við viðkomandi prógvum og lívsrensli skal sendast til: [email protected]. Viðmerk "Lærari til Vinnuháskúlan” í yvirskriftina. Freistin at søkja størvini er 23. mai 2025.

Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.


Um Vinnuháskúlan
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar við bestu leiðsluførleikum, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 45 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo