business logo
Umsóknarfreist: 11. november

Leiðari til Tórshavnar Privata Vistarheim

Tórshavnar Privata Vistarheim á Argjum søkir eftir leiðara at byrja 1. januar 2027 ella eftir avtalu.

Vistarheimið er sambýli og heim hjá fólki við sálarligum og sosialum sjúkum og avbjóðingum. Eitt heim, har dentur verður lagdur á at menna og stimbra og at skipa ein innihaldsríkan dag fyri húsfólki.

Um starvið
Starvið er fulltíðarstarv, og vanlig arbeiðstíð hjá leiðaranum er gerandisdagar. Stovnurin er samdøgurstovnur, so arbeitt verður í skiftandi vaktum, dag- kvøld- og sovandi náttarvaktum.

Arbeiðsuppgávur
Høvuðsuppgávan er at leiða stovnin. Leiðarin skal í arbeiði sínum virka fyri, at húsfólkini trívast og mennast og fáa innihald í gerandisdagin, og somuleiðis virka fyri trivnaði og fakligari menning hjá starvsfólkunum.

Førleikar
Umsøkjarar skulu hava prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar, og skulu hava áhuga at arbeiða innan psykiatriska økið.

Umsøkjarar, sum hava royndir innan psykiatriska økið, kunnu hava fyrimun.

Løn- og setanarviðurskiftir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Umsókn og freist
Umsóknir við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast til Tórshavnar Privata Vistarheim, Argjavegur 26A, 160 Argir ella til teldupostaddressu: [email protected]

Umsóknir skulu vera Tórshavnar Privata Vistarheimi í hendi í seinasta lagi mikudagin 11. novembur 2026.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Lailu Askham, virkandi leiðara, telefon 213381, ella stýrisformannin Kára Petersen, tlf. 286508.