Marine Supervisor til SANDSHIP P/F
Vit søkja
Vegna økt virksemi søkja vit eftir einum ágrýtnum Marine Supervisor til virksemi felagsins. Sum Marine Supervisor kemur tú at hava ábyrgdina av HSEQ og verða partur av einum maritimum umhvørvi í altjóða sigling.
Arbeiðið umfatar m.a.:
• Tú kemur at arbeiða í maritimum toymi
• Ábyrgd av ISM, ISPS og MLC
• Fyrireiking og uppfylging av auditum
• Ábyrgd av einum tryggum arbeiðsumhvørvi
• Maritima ráðgeving í samband við trygd, arbeiðsgongdir og altjóða krøv
Vit vænta
• Tú hevur royndir sum skipari, stýrimaður ella líknandi royndir
• Tú hevur góðan kunnleika til ISM og altjóða krøv
• Dugir væl at samskifta á enskum
• Arbeiðir skipað og kann samstarva við umsiting og skip
Vit bjóða
Starv hjá P/F SANDSHIP, har trygd, trivnaður og eitt gott arbeiðsumhvørvi verður raðfest. Løn sambært avtalu.
Umsókn
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til reiðaríið á tlf. 595905. Áhugaði kunnu senda umsókn við møguligum viðmælum við t-posti til: [email protected] í seinasta lagið fríggjadagin 10. apríl 2026.
---
SANDSHIP eigur og rekur 6 farmaskip. Umleið 85 fólk eru í starvi hjá felagnum.
Deil