business logo
Umsóknarfreist: 20. november

Mowi søkir eftir elektrikara

Dugir tú við maskinum? Mowi søkir elektrikara til smoltstøðina á Hellunum.

Sum elektrikari verður tú partur av tekniska toyminum, ið skal tryggja, at tøknin á støðini riggar, sum hon skal, og at fiskavælferðin hjá laksurin altíð er í hásæti.

Uppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur fevna um at viðlíkahalda, umvæla, nýgera og at betra verandi útgerð á støðini so sum neyðstreymsanlegg, kompressorar, pumpur, blásarar, køliskipanir, plc-stýriskipanir og líknandi útbúnað.

Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Harafturat at tú hevur royndir við tí útgerð, ið er nevnd omanfyri. Hevur tú áhuga fyri lívfrøði, er tað ein fyrimunur. Viðkomandi útbúgvingar eru: elektrikari, maskinmeistari ella líknandi

Starvið
Starvsstaðurin er á Hellunum, og arbeiðstíðin er frá 8-16. Tú verður tó partur av vaktarskipanini og mást tí kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð eisini. Lønin verður ásett eftir avtalu.

Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Regin Arge, leiðara á støðini, á 791053.

Umsóknir skulu sendast til [email protected], og freistin at søkja er 20. november.

—

Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi
um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi.
Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.