Mowi søkir maskinfólk
Dugir tú við maskinum? Mowi søkir maskinfólk til smoltstøðina á Hellunum.
Sum maskinfólk verður tú partur av tekniska toyminum, ið skal tryggja, at tøknin á støðini riggar, sum hon skal, og at fiskavælferðin hjá laksinum altíð er í hásæti.
Uppgávur
Tínar arbeiðsuppgávur fevna um at viðlíkahalda, umvæla, nýgera og at betra verandi útgerð á støðini, so sum luft-, oxygen- og UV-skipanir umframt annan útbúnað.
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur eitt jaligt lyndi og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum, og at tú hevur royndir við útgerðini, ið er nevnd omanfyri. Viðkomandi útbúgvingar eru: maskinistur, maskinmeistari, maskinsmiður, automekanikari ella líknandi við góðum royndum.
Starvið
Starvsstaðurin er á Hellunum, og vanliga arbeiðstíðin er frá 8.00-16.00. Tú verður tó partur av vaktarskipanini og mást tí kunna arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð eisini.
Lønin verður ásett eftir avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Regin Arge, leiðara á støðini, á 791053.
Umsóknir skulu sendast til [email protected], og freistin at søkja er 25. november 2026.
—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi.
Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.
Deil