business logo
Umsóknarfreist: 15. februar

Námsfrøðingar ella hjálparfólk til stuðulsstørv í barnagarðstovum

Mitt í hjartanum av Tórshavn, millum søgu, sjógv og smábarnalátur liggur Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarður – ein stovnur við sál, hjarta og lívi!

Vit leita eftir námsfrøðingum ella hjálparfólkum til tvey stuðulsstørv í barnagarðsstovum. 

Talan er um:

40 tímar viku í barnagarðsstovuni Látrið

20-30 tímar viku á barnagarðsstovuni Reiðrið

Tað er sjálvandi eisini møguleiki hjá umsøkjaranum at ynskja eitt tillaga tímatal.

Námsfrøðilesandi eru somuleiðis vælkomnir at søkja størvini. Vit hava námsfrøðing á øllum stovum og hjálparfólk, ið hava verði leingi í starvi.

Somuleiðis verður eisini søkt eftir avloysarum.

Kanska ert tú júst tann, ið vil vera partur av einum arbeiðsplássi, har søgan røkkur aftur til 1949 – men har námsfrøðin livir í nútíðini. Vit eru ein sjálvsognarstovnur, har ein nevnd stendur á odda – men tað eru vit starvsfólk, sum skapa gerandisdagin saman við børnunum. Her er rúm fyri bæði ábyrgd og hugflogi.

Á stovninum eru tríggjar stovur:

  • Bólið – Vøggustova
  • Reiðrið - Barnagarður
  • Látrið - Barnagarður

Vit bjóða tær:

  • Fyrireikingartíð!
  • Rúm fyri nýhugsan og forvitni
  • Pláss til at brúka tínar námsfrøðiligu førleikar og góðu hugskot
  • Góðar og álítandi starvsfelagar
  • Ein søguligan og rúmligan stovn

Vit vóna, at tú:

  • Hevur útbúgving sum námsfrøðingur
  • Hevur hug og hegni at virka fyri at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
  • Hevur yvirlit, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • Hevur lætt við at samstarva við bæði stór og smá
  • Dugir at síggja loysnir – eisini tá dagurin er eitt sindur villari enn vanligt
  • Tolir at fáa eitt sindur av sandi í lummarnar og klistrut klemm frá glaðum børnum


Um eingin námsfrøðingur søkir, loyva vit okkum at søkja aftur seinni – men vit vóna veruliga, at tú longu ert farin at skriva umsóknina!

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvsbyrjanin er 1. mars 2026 ella eftir avtalu.

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn viðkomandi, ið verður settur, byrjar í starvinum.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til [email protected] í seinasta lagi 15. februar 2026.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Eivinsdóttir Zachariassen á tlf. 212253