business logo
Umsóknarfreist: 18. november

Netastovan søkir eftir Goymslu/Innkeypssamskipara

Staður: Føroyar Klaksvík 05-11-2025

Arbeiði: At keypa inn til trolreiðskap o.a.

Starvsstaður: Klaksvík

Starvstíð: Talan er um fulltíðar starv.

Lýsing
Vilt tú verða partur av innkeypstoyminum hjá eini fyritøku í stórari menning.

Netastovan leitar eftir einum ágrýtnum og analytiskum goymslu/innkeypssamskipara til høvuðsskrivstovuna í Klaksvík.

Sum goymslu/innkeypssamskipari fært tú ábyrgd av at tryggja, at vørur og tænastur verða keyptar rættstundis, í samsvari við tørvin.

Tín vangamynd
Tú ert:

• fyrikomandi, væl skipað/ur, dugir at samskifta og arbeiða sjálvstøðugt
• tænastusinnað/ur, hugsar í loysnum, og dugir at hava yvirlit, eisini tá tað nógv er at gera
• áhugað/ur í at menna teg sjálvan og felagið

Tú hevur:
• eina analytiska tilgongd og dugir at arbeiða við Excel
• áhuga fyri at menna tilgongdir innan goymslu/innkeyp.
• førleikar at samskifta á føroyskum, donskum og enskum, bæði munnliga og skrivliga
• útbúgving á miðnámsstøði ella hægri. (ikki eitt krav)
• royndir frá líknandi starvi (ikki eitt krav, men ein fyrimunur)

Starvssetan og umsóknarfreist
Starvsbyrjan er eftir nærri avtalu, helst í byrjanini av 2026. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Freistin at søkja er 18. november 2025. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknin saman við møguligum CV er at senda til Jógvan Olsen, [email protected]

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jógvan Olsen, Virkisleiðara,
tel. 55 57 10 ella á [email protected].

Um Netastovuna
Netastovan varð stovnað í 2022 í Klaksvík. Felagið fær íblástur úr upprunaliga navninum, “Netastovan” sum kom undan kavi áðrenn 1960. Vit halda ta stoltu, staðbundnu siðvenjuna í hevd við at vera framsíggin úr einum alheims sjónarhorni.

Frá byrjan hevur mál okkara verið greitt: At framleiða álítandi trolreiðskap av bestu dygd, og sum er gjørdur til tørvin hjá vinnufiskiførum á okkara leiðum. Tað byrjaði við botntrolum til partrolarar og onnur før, sum royna í Barentshavinum og undir Grønlandi. Nú er tað ment til eisini at fevna um rækjutrol og uppsjóvartrol.