PM-Heilsøla søkir bilførara við stórum koyrikorti
Vit søkja ein
álítandi og arbeiðssaman bilførara við koyrikorti til kategori C til
fulltíðarstarv.
Starvið fevnir um
koyring, flutning og handfaring av vørum kring landið, har landfast er. Vit søkja ein álítandi og arbeiðssaman bilførara við koyrikorti til kategori C til fulltíðarstarv.
Vit vænta, at tú
- Hevur koyrikort til kategori C (krav)
- Trívist væl við at møta tíðliga til
arbeiðis
- Ert álítandi, røkin og
tænastusinnað/ur
- Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka
ábyrgd
- Hevur góð samstarvsevni og eitt
jaligt lyndi
- Hevur royndir innan flutning, tó er
hetta ikki eitt krav
Vit bjóða
- Eitt spennandi og fjølbroytt starv
- Góð arbeiðsviðurskifti og góðar
starvsfelagar
- Løn sambært avtalu og royndum
- Ein arbeiðsstaður, har trivnaður og
gott samstarv verða høgt raðfest
Kunning
Send umsókn og CV á
teldupost: [email protected]
Vilt tú vita meira um
starvið, ert tú vælkomin at venda tær til
Dánial Christansen, Goymlsu- og flutningsleiðari, á tlf. 764684.
Starvið verður sett skjótast til ber.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær.
Deil