business logo
Umsóknarfreist: 24. november

Sjóndepilin søkir eftir starvsfólki til køkin

Søkt verður eftir starvsfólki til køkin á Sjóndeplinum á Íslandsvegnum 30 tímar um vikuna.

Starvið umfatar:

  • Ábyrgd av køkinum
  • Matgerð
  • Ábyrgd av innkeypi
  • Planlegging og gera vikuætlanir
  • Vera blindu og sjónveiku brúkarunum til hjálpar

Krav til fakligar førleikar:

  • Hava royndir at gera mat til nógv fólk
  • Hava koyrikort

Krav til persónligar førleikar:

  • Jaligur
  • Góð samstarvsevnir
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Gera heilsugóðan mat
  • Hava hugflog

Sjóndepilin bjóðar:

  • Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupulleikar
  • Atlit og arbeiðshættir
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Møguleikar fyri menning
  • Góðar starvsfelagar

Starvið verður lønt eftir sáttmála millum:
Fíggjarmálaráðið og Arbeiðskvinnufelagið

Starvið verður sett 1.januar 2026 ella skjótast gjørligt. Skrivlig umsókn við prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. novembur 2025.

Umsóknin skal sendast til:
Teldupost: [email protected]

ella til

Sjóndepilin
att. leiðarin
Íslandsvegur 10A
FO-100 Tórshavn