business logo
Umsóknarfreist: 10. februar

Skrivari til tíðaravmarkað starv hjá Kunoyar kommunu

Vit sóknast eftir dugnaligum og nærlagdum fólki til kommunuskrivara hjá Kunoyar kommunu. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.

Starvið:
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kunoyar kommunu at byrja 1. Apríl 2025.

Høvuðsarbeiðsuppgávur:
• Málsviðgerð
• Umsita journalskipan
• Telefonavgreiðsla
• Samskifti við borgarar
• Alt vanligt skrivstovuarbeiði

Førleikakrøv:
• Skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving

Royndir:
• Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur royndir innan almenna fyrisiting.

Persónligir eginleikar:
Umsøkjari skal hava góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt, umframt at hon/hann skal vera álítandi og fyrikomandi.

Løn og setanartreytir:
Starvið er hálvtíðarstarv og verður sett og lønt eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag og
Starvsfelagið.

Umsóknir:
Umsóknir v.m. skulu sendast til:
[email protected] og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. februar kl. 12.00.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til borgarstjóran Ólavur Nybo á tlf. 459900