business logo
Umsóknarfreist: 23. apríl

Starv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Dansk stillingsopslag: https://politi.fo/politistoedir/tidindilisti/stilling-i-borgerservice-ved-faeroeernes-politi/2025/04/03

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni.

Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt starv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

Tú verður partur av toyminum í Borgaratænastuni. Starvsstaðurin er í høvuðsheitum á politistøðini í Tórshavn.

Tú hevur:

  • Skrivstovuútbúgving ella líknandi førleikar
  • Góð evnir at samskifta á føroyskum, donskum og enskum bæði munnligt og skrivligt
  • Góð samstarvsevnir
  • Viðkomandi starvsroyndir er ein fyrimunur

Lønar- og setanartreytir verða ásettar eftir galdandi HK sáttmála. Arbeiðstíðin er 37 tímar um vikuna.

Tín setan er treytað av, at tú verður trygdargóðkend/ur av PET.

Skrivlig umsókn við CV og viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. april 2025. Skjølini skulu sendast til: [email protected]

Starvið er eitt ára avloysarastarv, og fyri rætta umsøkjaran er møguleiki fyri føstum starvi. Starvið er á politistøðini í Havn og verður lýst leyst til setan frá 1. juni 2025 ella skjótast gjørligt.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tina Remberg, deildarleiðara í Borgaratænastuni, tlf. 792335.