Starvsfólk til Á Argir
Á-handilin á Argjum søkir eftir einum álítandi og røskum starvsfólki til okkara breyðdeild.
Tín høvuðsuppgáva verður
at hava ábyrgd av breyðdeildini, har tú millum annað fer at baka og syrgja
fyri, at deildin altíð er væl hildin, innbjóðandi og klár til kundarnar.
Harumframt verða aðrar
uppgávur í handlinum, eitt nú at:
- passa sodavatnskøliskápini
- halda skil á blanda bomm økinum
- taka tær av øðrum smærri økjum og uppgávum í
handlinum
Vit leita eftir tær, sum
arbeiðir sjálvstøðugt og ert røkin. Tú trívist við at taka ábyrgd og ert við
til at geva kundunum eina góða uppliving í handlinum.
Arbeiðstíðin er mánadag
til fríggjadag frá kl. 05:30 til 10:00. Harumframt annað hvønn leygadag frá 05.30
til 11.00.
Setanar- og arbeiðstreytir
Løn og treytir verða ásett
eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.
Soleiðis søkir tú
Tú søkir við at senda eina
stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til [email protected]
Síðsta freist at søkja starvið
er sunnudagin 15. november 2026.
Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Markus Petersen, leiðari fyri Á Argir á tlf. 266811 fyri at hoyra meira.
Deil