business logo
Umsóknarfreist: 17. mai

Starvsfólk til Á Vestmanna

Hevur tú hug at verða partur av einum livandi og kundavendum handli? Vit í Á-handlinum í Vestmanna leita eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki at arbeiða uml. 30-35 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu.


Starvið

Sum starvsfólk hjá okkum verður tú partur av gerandisdegnum í handlinum og kemur at arbeiða við øllum vanligum uppgávum.


Arbeiðsuppgávur

  • At avgreiða kundar og tryggja kundanum eina góða handilsuppliving
  • At sita við kassan
  • At bíleggja og fylla handilin við vørum og tryggja, at hillarnar síggja gott út
  • At arbeiða tætt saman við leiðaranum og hinum í toyminum fyri at tryggja, at handilin verður væl rikin og kundin væl nøgdur
  • Aðrar fyrifallandi uppgávur


Vit vænta, at tú

  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt eins og saman við øðrum
  • Trívist við at hava ábyrgd og taka initiativ
  • Ert fleksibul og klár/ur at taka eitt eyka tak, tá ið tað krevst


Vit bjóða

Eitt spennandi og mennandi arbeiðsumhvørvi

Góðar starvsfelagar og góða upplæring

 

Setanar- og arbeiðstreytir

Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.

 

Soleiðis søkir tú

Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til [email protected]

Umsóknarfreist er 17. mai 2026

Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Fríðvør á tlf. 253311 fyri at hoyra meira.