business logo
Umsóknarfreist: 08. november

Starvsfólk til Á-handilin við Sundsvegin

Á-handilin við Sundsvegin søkir eftir einum álítandi og røskum starvsfólki til okkara breyðdeild.

Tín høvuðsuppgáva verður at hava ábyrgd av breyðdeildini, har tú millum annað fer at baka og syrgja fyri, at deildin altíð er væl hildin, innbjóðandi og klár til kundarnar.

Harumframt verða aðrar uppgávur í handlinum, eitt nú at:

  • passa kølidiskin við tvíflísum
  • halda skil á blanda bomm økinum
  • taka tær av øðrum smærri økjum og uppgávum í handlinum

Vit leita eftir tær, sum arbeiðir sjálvstøðugt og ert røkin. Tú trívist við at taka ábyrgd og ert við til at geva kundunum eina góða uppliving í handlinum.

Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag frá kl. 07:00 til 12:00. Harumframt fjórða hvønn leygadag frá 07.00 til 15.00.

 

Setanar- og arbeiðstreytir

Løn og treytir verða ásett eftir nærri avtalu og í samsvari við royndir og førleikar.

 

Soleiðis søkir tú

Tú søkir við at senda eina stutta umsókn og møgulig viðkomandi skjøl til [email protected]

Síðsta freist at søkja starvið er sunnudagin 8. november 2026.

Hevur tú spurningar um starvið? Ring til Dann Joensen, leiðari fyri Á Sundsvegin á tlf. 586668 fyri at hoyra meira.