business logo
Umsóknarfreist: 21. februar

Stjóri til GroAqua samtakið

GroAqua søkir eftir einum stjóra til samtakið, sum kann standa á odda fyri víðari menning og vøkstri í Norðuratlantshavinum.

Ert tú ein framsøkin leiðari við drívmegi og evnum at menna samtakið?

GroAqua veitir tænastur til fremstu fyritøkur í alivinnuni og hevur seinastu árini havt stóran vøkstur. Nú verður søkt eftir einum stjóra, sum kann tryggja framhaldandi menning, styrkja felagið og skapa fleiri møguleikar í framtíðini.  

Høvuðsuppgávur  

- Fremja strategisku kósina og menna felagið saman við leiðslu og nevnd 

- Styrkja rakstur, sølu og vøkstur á kjarnumarknaðum  

- Framhaldandi menna og leiða eitt sterkt toymi, sum kann røkka settum málum  

- Samskifta væl við starvsfólk, kundar, samstarvsfelagar og aðrar áhugabólkar

- Tryggja menning av nýggjum tænastum og loysnum til alivinnuna 

Vit leita eftir tær, sum  

- Hevur hollar leiðsluroyndir og drívmegi at menna eitt felag í vøkstri

- Hevur gott handilsligt og vinnuligt innlit -  helst við royndum frá alifyritøku ella veitaravinnu til alivinnuna

- Dugir væl at samskifta um settu kósina og savna starvsfólk um málini  

- Er framsøkin, úrslitssøkin og tekur ábyrgd

Høvuðssætið er á Kambsdali. Felagið hevur deildir í fleiri londum, og verður arbeiðsstaðurin tí avtalaður nærri við rætta umsøkjaran. Ferðing millum deildirnar, til kundar og veitarar osfr. verður ein partur av starvinum.

Hevur starvið áhuga?

Avtala er gjørd við felagið Seafood People, um at skipa arbeiðið við setanini av nýggja stjóranum.

Lesið meira um starvið og send umsókn her.

Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janus Thomsen, nevndarformann, á [email protected] ella á tlf +298 211021.

Um GroAqua

GroAqua mennir og framleiðir tøkniligar loysnir til alivinnuna. Okkara skipanir verða dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.

Við áleið 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.