business logo
Umsóknarfreist: 12. juni

Tvey eftirlitsfólk til Veterinerdeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni

Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir tveimum eftirlitsfólkum til Veterinerdeildina. Annað starvið er fast starv, meðan hitt er fyri eftirlitsfólk í farloyvi. Bæði størv byrja 1. september 2026 ella skjótast til ber. Tíðaravmarkaða starvið endar hin 31. august 2027. Arbeiðsstaður er á skrivstovuni í Havn, og á eftirlitsvitjanum á sjógvi og landi kring allar Føroyar.

Arbeiðsuppgávur
• Sjúkuyvirvøka og sýnistøka í alivinnuni
• Eftirlit í alivinnuni við djóravælferð, aliútgerð, sóttreinsingarskipanum, bátum vm.
• Eftirlit í øðrum vinnuligum djórahaldi
• Fyrisiting og málsviðgerð eftir galdandi lógum og reglum um djóravælferð og sjúkufyribyrgjandi rakstri
• Áhaldandi menning av arbeiðsgongdum

Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast við tíðini. Djóralæknar verða settir sum embætisdjóralæknar, og koma at luttaka í vaktarskipanum fyri embætisdjóralæknauppgávur, bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Krøv til útbúgving og aðrar viðkomandi førleikar
• Djóralækni, lívfrøðingur, verkfrøðingur, ella aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving
• Dugir væl at samskifta á føroyskum ella á skandinaviskum máli
• Dugir at samskifta á enskum
• Hevur góðan telduførleika
• Koyrikort til bil

Tú dugir at arbeiða í toymi og sjálvstøðugt. Tú hevur áræði, ert úrslitssøkin og hevur góð samskiftis- og samstarvsevni, bæði í skrift og talu. Starvsroyndir við arbeiði í alivinnuni og fyrisitingarligar starvsroyndir eru fyrimunir, men ikki eitt krav. Tú trívist væl við skiftandi arbeiðsuppgávum og arbeiðsmongd.

Vit bjóða eitt spennandi starv, sum fakliga fevnir breitt, og hevur stóran samfelagsligan týdning. Tú gerst partur av einari deild við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsóknir til størvini skulu sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni í t-posti til [email protected]. Viðheft grundgivna umsókn, lívsrensl, avrit av prógvi, viðmæli og tilvísingar.

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. juni 2026.

Meira fæst at vita við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Veterinerdeildini, [email protected], tlf. 556400.

Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Stovnurin umsitur m.a. matvøru-, djórasjúku- og alilógina. Stovnurin rekur eisini kanningarstovu í hesum sambandi. Høvuðsuppgávurnar hjá veterinerdeildini eru at tryggja góða djóra- og fiskaheilsu.